Eingin borgarafundur um útfylling

Eingin borgarafundur um útfylling
Borgarafundurin í Fuglafirði verður neyvan nú, hóast býráðið fyri tveimum mánaðum síðani ásetti fundardagin
Í seinasta lagi 15. februar skuldi kunnandi borgarafundur vera í Fuglfirði um ætlanina at leggja grót í fjøruna vestanfyri. Fundurin verður verður neyvan í hesari vikuni ella mánadagin
 
10.02.2016 - 15:02

Í seinasta lagi 15. februar skuldi kunnandi borgarafundur vera í Fuglfirði um ætlanina at leggja grót í fjøruna vestanfyri.

Tað samtykti býráðið 10. desember í fjør. Men borgarafundurin verður neyvan í hesari vikuni ella mánadagin, sum er 15.

Málið ikki búgvið enn

Málið er rætt og slætt ikki búgvið at leggja fram á borgarafundi, sigur Sigurð Simonsen, sum er í meirilutanum í býráðnum í Fuglafirði.

Hann sigur, at bíðað verður eftir svari frá Kommunala eftirlitinum, sum viðger kæru um Sigurð Simonsen.

Borgarstjórin, Sonni á Horni, kærdi, tí Sigurð Simonsen fyri meirilutan bað um tekningar av útfyllingina og hvat hon skal brúkast til.

SÍ EISINI Savna undirskriftir móti útfylling

Hetta hevur hann ikki heimild til at gera uttan um borgarstjóran og fyrisitingina hjá kommununi, heldur borgarstjórin.

Harafturat er Umhvørvisstovan komin uppí og vísir til havumhvørvislógina, nú ætlanin er at leggja grót á sjógv. Nógvir fuglfirðingar mótmæla ætlanini at leggja grót í fjøruna vestanfyri, tí íbúðir skulu byggjast har.

Tí varð samtykt á fundinum í býráðnum 10. desember, at áðrenn útfyllingin byrjar, skal málið lýsast betur og leggjast fyri kunnandi borgarafund, sum í seinasta lagi skal vera 15. februar í ár.

SÍ EISINI Kærir býráðslim til Innlendismálaráðið

Sum støðan er, vil meirilutin í býráðnum ikki hava fundin, fyrr enn málið er búgvið at leggja fyri borgarafund, og tað er tað ikki enn, sigur Sigurð Simonsen.

Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at býráðið skal boða til borgarafundar, og hann fær ikki rættiliga gjørt nakað, um meirilutin í býráðnum ikki vil.

Sonni á Horni vil hava tilfarið, sum kunnast skal um á borgarafundinum, almannakunngjørt nakrar dagar frammanundan, so fólk vita, hvat tey fara á fund um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860