Krevur at nýggja grindalógin verður ógildug

Krevur at nýggja grindalógin verður ógildug
Heimildirnar í grindalógini eru so víðar, at lógin eigur at ógildast, heldur borgari, ið hevur stevnt Fiskimálaráðnum. Málið fer nú í rættin
Henrik Weihe Joensen hevur stevnt Fiskimálaráðnum við kravi um, at tað verður dømt at viðurkenna, at nýggja grindalógin er ógildug
 
11.02.2016 - 14:38

Føroya rættur fer seinnapartin í morgin saman við báðum advokatunum at fyrireika sakarmálið millum Henrik Weihe Joensen og Fiskimálaráðið.

Henrik Weihe Joensen hevur stevnt Fiskimálaráðnum við kravi um, at tað verður dømt at viðurkenna, at nýggja grindalógin er ógildug.

Fiskimálaráðið krevur frídøming

Løgtingið hevur ikki heimild at lóggeva um politiið í Føroyum, sum er danskt málsøki. Heimildin í lógini um at kunna halda fólki aftur í meira enn 24 tímar uttan at fara í rættin við teimum, er brot á grundlógartryggjað rættindi.

Í morgin fer Føroya rættur at fyrireika málið, tí Fiskimálaráðið heldur uppá, at Henrik Weihe Joensen hevur ikki rættarligan áhuga í málinum og kann tí ikki stevna.

Tann spurningin skal rætturin fyrst avgreiða. Fær Fiskimálaráðið viðhald, steðgar málið har. Men annars krevur Fiskimálaráðið frídøming.

SÍ EISINI Krevur at grindalógin verður sett úr gildi

Løgtingið hevur sambært heimastýrislógini lóggávuvaldið í yvirtiknum málum. Politiið er felagsmál, og tí er lóggávuvaldið hjá Fólkatinginum.

Uppáhaldið um, at grindalógin er ógildug kemst av, at grein 10 og 11 í grindalógini eru tiknar beinleiðis úr donsku politilógini, sum ikki er galdandi í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512