Starvsfólkini bíða framvegis eftir svari

Starvsfólkini bíða framvegis eftir svari
Eingin loysn varð funnin á fíggjarligu trupulleikunum hjá norska felagnum Havila Shipping fyri midnátt. 800 starvsfólk eru í bíðistøðu
800 starvsfólk hjá Havila bíða eftir at lagnan hjá felagnum verður avgjørd. Á midnátt var eingin loysn funnin á fíggjarligu trupulleikunum hjá felagnum
Mynd: havila.no  
 
16.02.2016 - 09:17

Í gjár frættist, at fær normaðurin Per Sævik, sum eigur næstan ein triðing í føroysku reiðaríunum Skansanum Offshore og Smyril Line, ikki nýggja fíggingaravtalu í lag við bankarnar fyri midnátt, yvirtaka bankarnir felagið Havila Shipping, sum Per Sævik og familja hansara eiga, og seta tað undir umsiting.

Sambært norskum miðlum í morgun var tó eingin loysn fyri midnátt. Stjórin í felagnum, Njål Sævik, boðaði Sunnmørsposten frá í gjárkvøldið, at hann fer at boða keypsskálanum í Oslo frá støðuni, tá okkurt er at frætta.

SÍ EISINI Lagnudagur fyri høvuðspartaeigara

Tá klokkan fór av midnátt, var einki komið frá Havila Shipping. Sambært norskum miðlum hevði Havila Shipping freist til á midnátt at endurfíggja 5,7 milliardir norskar krónur, góðar 4,4 milliardir danskar, sum felagið skyldar.

NRK skrivar, at kreppurakta norska frálandsfelagið má fáa góðkenning frá tveimum triðingum av teimum sum eiga lánsbrøvini í felagnum, skal bjargingarætlanin fremjast.

Vilja hava partaeigarar at seta 300 milliónir í felagið

Sambært sysla.no vil Sævik familjan, sum eigur 51 prosent av felagnum, útseta og minka stór avgjøld aftur fyri at felagið rindar rentur og keypir aftur part av lánsbrævaskuldini.

Harafturat vil Sævik hava partaeigararnar at seta 300 milliónir norskar krónur í felagið. Samstundis vil Sævik-familjan varðveita sín part, meirilutan í felagnum.

Tað krevur, at Per Sævik og hansara fólk seta 153 milliónir afturat í felagið, stendur í fráboðan til keypsskálarnar. Hinar 147 milliónirnar noyðast hinir eigararnir at koma við.

Bankarnir kunnu avgera lagnuna hjá felagnum

Bankarnir hava longu játtað at minka avgjøldini 400 milliónir næstu trý árini. Eisini teir størstu lánsbrævahavararnir hava játtað at vera við í endureisnini, men tað er ikki eydnast at fáa nóg nógvar at játta.

Tí var eingin loysn fyri midnátt. Í ringasta føri taka bankarnir við róðrinum og avgera, hvat so skal henda. Ella noyðist Havila Shipping undir nýggjar samráðingar við kreditorarnar, sigur Njål Sævik sambært NTB.

At ein stórur partaeigari í Skansa Offshore og Smyril Line er í so tungum sjógvum fíggjarliga, ávirkar tó ikki tey føroysku reiðaríini, segði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansa Offshore og nevndarformaður í Smyril Line, við Útvarpið í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221