- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja 1,5 milliónir frá Bakkafrosti
Arbeiðsloysistryggingin krevur útivið 1,5 millión krónur aftur frá Bakkafrosti. Sambært ALS vóru starvsfólkini send í feriu í ein mánað, frá 19. desember í 2014 til 19. januar í 2015, tí laksaprísurin var lágur.
Tí høvdu starvsfólkini ikki rætt til pengar úr Fiskavirkisskipanini. Bakkafrost heldur niðurstøðuna vera skeiva. Fyritøkan vísir á, at eingin rávøra var tøk júst tá.
Tað byrjaði við einum innslagi í útvarpinum, sunnudagin 14. desember í 2014. Stjórin á Bakkafrosti er biðin um eina viðmerking til íkomnu støðuna, nú laksaprísurin er lækkaður nógv seinastu vikuna.
ALS hefti seg við útvarpsinnslag
Tað vísir seg seinni, at fríggjadagin 19. desember 2014 fara okkurt um 180 fólk á Bakkafrost Processing og 50 fólk á Bakkafrost Harvest í jólaferiu.
Tey til samans 230 starvsfólkini í Bakkafrost-samtakinum fara ikki aftur til arbeiðis aftur fyrr enn 19. januar 2015. Hetta tíðarskeiðið fáa tey til samans stívliga 1,5 milliónir krónur frá Fiskavirkisskipanini hjá ALS.
Útsøgnin hjá Regini Jacobsen í Útvarpinum henda dagin, saman við øðrum, líknandi útsøgnum hjá honum í útvarpinum stutt eftir, fær í mars mánað í 2015 ALS at ivast í, um stovnurin hevur útgoldið pengar av órøttum.
Tvídráttur um orðið "feria"
Er talan um steðg, sum er íkomin vegna manglandi rávøru, so hava starvsfólkini rætt til pengar úr Fiskavirkisskipanini. Er hinvegin talan um tilrættislagdan steðg í arbeiðnum, so hava fólkini ikki rætt til pengarnar.
ALS metir, at Bakkafrost vegna marknaðaratlit hevur lagt ein steðg í framleiðsluna. Her byrjar so ein drúgv træta millum ALS øðrumegin og Bakkafrost hinumegin.
Fyritøkan vísir í sínum lagi á, at ALS hevur tikið tað, sum stjórin hevur sagt í útvarpssamrøðum, úr samanhangi. Tá stjórin hevur nevnt "feria," er talan um myndatalu, og ikki ein útsøgn um løgfrøðiligu støðuna hjá starvsfólkunum í hesum tíðarskeiði.
Kravdu pengarnar við átta daga freist
Bakkafrost vísir á, at virkið hevði onga rávøru at framleiða, tíðarskeiðið frá 19. desember í 2014 til 19. januar 2015. Fyritøkan grundgevur millum annað við, at bara ávís stødd av fiski er egnað til liðugtframleiðslu, til laksastykkir.
Hetta tíðarskeiðið var ikki so nógv tøkt av fiski til hesa framleiðsluna, og tí steðgaði framleiðslan. Í november mánað í fjør er málið komið somikið langt, at ALS umvegis advokatin Poul Hansen krevur pengarnar aftur frá Bakkafrosti við átta daga freist.
Annars endar málið í rættinum. Bakkafrost mutar framhaldandi ímóti, málið endar ikki í rættinum í hesum umfari, men partarnir halda fram við samskiftinum.
Tvíhalda um, at eingin rávøra var
Bakkafrost heldur fast um, at ALS tulkar ásetingarnar í fiskavirkiskunngerðini alt ov avmarkandi. Seinasta svarið frá Bakkafrosti til ALS er dagfest 8. februar í ár. Fyritøkan tvíheldur um, at har var eingin rávøra at framleiða til laksaportiónir, nevnda tíðarskeiðið.
- Tað hevði ongantíð komið uppá tal at steðga framleiðsluni, um neyðug rávøra er tøk, sigur fyritøkan.
SÍ EISINI Uppsjóvarvirkini fáa mest úr skipanini
Eina góða viku seinni sker ALS ígjøgnum. Arbeiðsloysisskipanin heldur fast um, at Bakkafrost hevði tøka, feska rávøru í desember 2014, men at virkið við vilja lat vera við at taka fisk eina tíð, orsaka av lága laksaprísinum. Ein slík støða gevur ikki rætt til pengar frá Fiskavirkisskipanini, metir ALS.
Av tí at Bakkafrost skrivaði út og sendi ALS listar yvir starvsfólkini, sum sambært fyritøkuni høvdu rætt til pengar frá Fiskavirkisskipanini, hevur fyritøkan brotið lógina og hevur harvið skyldu at rinda ALS pengarnar aftur. Til samans er talan um 1.493.140 krónur.
Bakkafrost fer at kæra
Hvørki Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, ella Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, vilja úttala seg um ítøkiliga málið. Báðir vísa teir til, at Bakkafrost hevur møguleika at kæra málið.
Freistin at kæra er fýra vikur. Regin Jacobsen segði við Útvarpið týskvøldið, at Bakkafrost fer at kæra málið til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini.
- Vit eru sannførd um, at grundarlagið fyri at fáa pengarnar útgoldnar er í lagi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, við Útvarpið.