Ætlanin er góð á pappírinum

Ætlanin er góð á pappírinum
Samanleggingin av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum riggar væl á pappírinum, men ikki í veruleikanum, halda álitisfólk á skúlanum
Ætlanin at leggja saman Venjingarskúlan og Kommunuskúlan er góð á pappírinum, men ikki í veruleikanum, halda tvey álitisfólk
 
26.02.2016 - 07:59

Samanleggingin av stóru skúlunum í Havn, Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum, riggar væl á pappírinum, men ikki í veruleikanum

Tað siga Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein, álitisfólk í Skúlanum á Fløtum, við Skúlablaðið, sum kemur út í dag. Eingin samansjóðing er, tí lærarar eru als ikki saman, men ferðast millum teir mongu bygningar, skúlin heldur til í.

Skúlin á Fløtum er í dag í seks ymiskum bygningum, sum eru spjaddir um allan býin. Onkur lærari undirvísir sama dag í trimum bygningum og skal flyta seg úr einum enda í býnum í hin.

Hava gjørt vart við seg

- Vit hava ikki møguleika at tosa saman, soleiðis at vit verða samansjóðað, siga álitisfólkini Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein.

Tær halda, at tað var skilaleyst at leggja skúlarnar saman, soleiðis sum hølisviðurskiftini eru. Sambært álitisfólkunum hava nógvir lærarar gjørt vart við seg, men tað eru teir givnir við, tí teir fáa einki svar.

Vanliga góða samskiftið er ikki til longur, og tað gongur út yvir arbeiðsgleðina. Sambært álitisfólkunum umhugsa fleiri lærarar sína støðu í skúlanum, skrivar Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954