Sea Shepherd skal fyri í Eystara landsrætti

Sea Shepherd skal fyri í Eystara landsrætti
Eystari landsrættur fer 9. og 10. mars at viðgera ákærurnar móti fimm Sea Shepherd fólkum og revsingina, tey fingu í Føroya rætti í august í fjør
 
28.02.2016 - 10:05

Tey fimm fólkini úr felagsskapinum Sea Shepherd blivu dømd fyri at bróta grindalógina. Tey blivu eisini víst av landinum.

Fýra fólk fingu bót fyri lut teirra í grindadrápinum í Bø tann 23.juli í fjør.

Ein kvinna og ein maður, sum vóru í einum gummibáti frá tríkiljuni Birgitte Bardot, fingu 30.000 krónur í bót hvør. 

Ein maður, sum var á landi og legði upp í grindadrápið, fekk 25.000 krónur í bót.

Ein kvinna, sum eisini var stødd á landi, fekk 35.000 krónur í bót. Hennara bót var størri, tí hon var leiðari hjá Sea Shepherd fólkunum á landi í Føroyum.

Fimta fólkið fekk 5.000 krónur í bót fyri ikki at gera eftir boðum frá løgregluni, tá hann var biðin um at flyta seg, tá grindadráp var í Sandágerði í Havn, eisini tann 23.juli í fjør.

Dómarnir vórðu alt fyri eitt skotnir inn fyri Eystara landsrætt, sum fer at viðgera málini mikudagin og hósdagin í aðru viku.

Sea Shepherd felagsskapurin fekk harafturat 75.000 krónur í bót.

Sea Shepherd boðaði frá, at bøturnar verða ikki rindaðar. 

Føroya rættur brúkti tað, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum segði um revsingina fyri at bróta grindalógina. 

Nevndin segði, at bótin eigur at vera minst 25.000 kr., sum er nógv meira enn Fiskimálaráðið skeyt upp í sínum lógaruppskoti.  

Føroya rættur avgjørdi eisini, at gummibáturin hjá Sea Shepherd skuldi dragast inn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634