Grindalógin enn einaferð broytast

Grindalógin enn einaferð broytast
Grindalógin skal broytast, og nú skal ásetingin um revsing fyri at bróta fráboðanarskylduna strikast. Lógin varð broytt tríggjar ferðir í 2015
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta grindalógina
 
08.03.2016 - 11:23

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta grindalógina. Fráboðanarskyldan hevur tó ikki verið revsiverd frá 1986, til nýggja lógin varð samtykt á sumri í 2015.

Hóast ferðavinnan hevur funnist at fráboðanarskylduni, tað er, at øll hava skyldu at boða frá grind, so heldur Fiskimálaráðið, at tað er neyðugt at halda fast við eina fráboðanarskyldu.

Fiskimálaráðið heldur, at vantandi skylda, at boða frá grind, kann hava við sær, at ov seint verður boðað frá grind, ella als ikki. Tað kann elva til óskipaðan rakstur og óskipað grindadráp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635