Langtíðarætlan skal tryggja røktarheimspláss

Langtíðarætlan skal tryggja røktarheimspláss
Nú verður farið at gera eina langtíðarætlan til tess at útvega íbúðir og røktarbúpláss til eldri borgarar í Tórshavnar kommunu
Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at játta eina hálva millión krónur til ein verkætlanarbólk, sum skal arbeiða við eini langtíðarætlan at útvega røktarheimspláss til borgarar í kommununi
 
18.03.2016 - 11:44

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at játta eina hálva millión krónur til ein verkætlanarbólk, sum skal arbeiða við málinum.

Verkætlanin verður gjørd fyri at fáa til vega grundarlag undir langtíðarætlanunum á økinum. Ætlanin tekur støði í fólkatalinum, og hvussu fólkatalssamansetingin fer at broytast.

Ein partur av íløgutørvinum er at dagføra bygningar, sum ikki eru tíðarhóskandi longur, og ein annar partur er at útvega nýggj búpláss.

Verkætlanarbólkurin verður mannaður við umboðum fyri teknisku fyrisiting og trivnaðarfyrisitingina. Onnur koma upp í arbeiðið seinni, verður tørvur á tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV