Radovan Karadzic dømdur 40 ára fongsulsrevsing

Radovan Karadzic dømdur 40 ára fongsulsrevsing
Fyrrverandi politiski leiðarin hjá bosnisku serbunum, Radovan Karadzic, er dømdur fyri fólkamorð og krígsbrotsverk í gamla Jugoslavia
 
24.03.2016 - 14:50

Dómararnir hjá Sameindu Tjóða í Haag dømdu hann sekan í 10 av 11 ákærum, eisini fyri ræðuliga blóðbaðið, sum fór fram í Srebenica í 1995.

Karadzic, sum er 70 ára gamal, er tann týdningarmesti politiski leiðarin, sum hevur tikið móti dómi fyri harðskapin og morðini, sum hendu, tá Jugoslavia datt sundur.

Rættarmálið móti honum verður hildið at vera eitt tað mest umráðandi síðani seinna heimskríggj, tá tað snýr seg um krígsbrotsverk.

Hann hevur allatíðina noktað seg sekan og hevur sagt, at um brotsverk vórðu framd, so vórðu tey framd av einstaklingum og ikki nøkrum, sum hann hevði undir sínum ræði.

Radovan Karadzic umboðaði seg sjálvan undir rættarmálinum, sum hevur varað í heili átta ár.

Ákærurnar um fólkamorð vóru tvær í tali.

Hann var funnin ósekur í tí fyrru, sum snúði seg um morð í fleiri ymiskum bosniskum kommunum.

Men hann var funnin sekur í tí seinnu ákæruni um fólkamorð í Srebenica, har bosniskir serbarar myrdu meira enn 7000 óvápnaðar muslimskar menn og dreingir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537