Hjúnabandslógin úr nevnd áðrenn summarferiuna

Hjúnabandslógin úr nevnd áðrenn summarferiuna
Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina kemur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn løgtingið fer í summarfrí seinast í apríl, sigur Katrin Kallsberg
 
28.03.2016 - 09:41

Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina kemur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí seinast í apríl. Tað ætlar Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini.

Eftir at uppskotið hevði ligið í Trivnaðarnevndini síðan november mánaða, kom uppskotið til aðru viðgerð aftur í Løgtingum 16. mars. Men semja var ikki í samgonguni um uppskotið,

Serstakliga er tað tulkingarósemja um, hvørt samkynd, sum eru borgarliga vígd kunnu krevja eftir grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, at verða signað í kirkjuni.

Kann fella burtur

Tískil endaði málið aftur í Trivnaðarnevndini. Kemur tað ikki úr nevndini aftur, áðrenn Løgtingið fer í feriu 25. apríl, so dettur málið burtur.

Men forkvinnan í Trivnaðarnevndini, Katrin Kallsberg, ætlar, at uppskotið skal koma úr nevndini, áðrenn tingið fer í summarfrí.

"Tað er heilt klárt mín vón og mín ætlan", sigur Katrin Kallsberg við Kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688