Mótmæla ætlan at varðveita tunnilsgjaldið

Mótmæla ætlan at varðveita tunnilsgjaldið
Undir yvirskriftini "ein avtala skal haldast - bummurin burtur" verður skipað fyri almennum fundi á Giljanesi mikukvøldið
Almennur fundur verður mikukvøldið um tunnilsgjaldið í undirsjóvartunlunum. Stigtakararnir til fundin góðtaka ikki, at gjald framvegis verður lagt á ferðsluna gjøgnum undirsjóvartunlarnar, eisini eftir at tunlarnir eru afturgoldnir
 
29.03.2016 - 15:14

Stigtakararnir til fundin, sum undirskriva seg "politisku valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum" siga seg ikki góðtaka, at gjald framvegis verður lagt á ferðsluna gjøgnum undirsjóvartunlarnar, eisini eftir at tunlarnir eru afturgoldnir.

13. mars segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, við útvarpið, at gjaldið fyri at brúka Vágatunnilin verður ikki strikað, hóast lánið í tunlinum er um at verða goldið.

Partafelagið Vágatunnilin skal reka undirsjóvartunnilin sum higartil og taka bummgjald, hóast aðalfundurin í felagnum fyri einum ári síðani samtykti, at Vágatunnilin kann latast landinum dagførdur 10. desember í ár.

SÍ EISINI Mótmæla ætlanini at varðveita tunnilsgjøldini

- Landsvegakervið hevur frammanundan stóran tørv á peningi til viðlíkahald. Tí er ikki ráðiligt at leggja undirsjóvartunlarnar inn undir somu viðlíkahaldskonto, segði Henrik Old við útvarpið 13. mars.

Við á fundinum á Giljanesi í annaðkvøld vera Uni Danielsen, stjóri fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, politikararnir Jørgen Niclasen, Magni Laksafoss og Ingolf S. Olsen, Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, og Jan Johannesen, búskaparfrøðingur.

Eisini er landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, boðin við. Fundurin verður á Giljanesi í annaðkvøld klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980