Samarittarnir gevast

Samarittarnir gevast
Samarittarnir hjá Reyða Krossi gevast nú eisini við sínum arbeiði, tí galdandi tryggingarlóggáva fyri sjálvboðin er ikki nøktandi
Samarittarnir, sum millum annað arbeiða á festivalunum, gevast nú við arbeiðnum
 
30.03.2016 - 08:36

- Vit vilja við hesum vísa okkara fulla stuðul til bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin í Føroyum, sum hava steðgað sínum trygdarvirksemi, siga samarittanir í fráboðan.

Havnar Bjargingarfelag og Landsfelagið fyri føroysk bjargingarfeløg hava mist tolið við tilbúgvingarmyndugleikunum.

Bjargingarbáturin Lív verður ikki flotaður aftur, fyrr enn tryggingarviðurskiftini hjá manningini eru batnað.

SÍ EISINI Mist tolið: Bjargingarbáturin Lív lagdur

Nú hava samarittarnir boðað frá, at teirra sjálvbodna arbeiði verður ikki tikið uppaftur, fyrr enn tryggingarviðurskiftini eru komin í rættlag.

Samarittarnir veita sjálvbodna hjálp á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og øðrum tiltøkum.

Tey, sum hava teknað serstaka trygging fyri samarittarnar, verða kortini ikki rakt av arbeiðssteðginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980