Allir føroyingar fáa talgildan samleika næsta ár

Allir føroyingar fáa talgildan samleika næsta ár
Sambært uppskotinum um játtanarkarmar næsta ár verður talgildingin av Føroyum raðfest frammarlaga. Fyrsta stigið er at fáa talgilda undirskrift
Allir føroyingar fáa talgildan samleika í 2017. Landið fer næsta ár at seta 20 milliónir krónur av til endamálið
 
31.03.2016 - 18:10

Tað fer at lætta um hjá borgarum, vinnu og tí almenna, og geva møguleika fyri lættari og skjótari at avgreiða formlig viðurskifti.

Talgildingin fer at nútíðargera og rasjonalisera umsiting og tænastur í samfelagnum og gera Føroyar kappingarførar, tá ið ræður um talgilt undirstøðukervi, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið um játtanarkarmar.

Landið fer næsta ár at seta 20 milliónir krónur av til endamálið, og næstu fýra árini verða eisini 20 milliónir settar av um árið til talgildingina.

Í fjør og í ár hava peningastovnarnir játtað at seta níggju milliónir krónur í verktlanina Talgildu Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112