Bygningurin verður seldur sum ætlað

Bygningurin verður seldur sum ætlað
Tað hevur onga ávirkan fyri søluna av bankabygninginum í Húsagøtu, at soppur varð funnin í gamla BankNordik-bygninginum
 
01.04.2016 - 13:37

Soppurin í bygninginum, sum Tórshavnar kommuna hevur keypt frá BankNordik í Húsagøtu í Havn, fær onga ávirkan á ætlanina at selja bygningin víðari til danskar myndugleikar. Tað skrivar Dimmalætting í dag.

Tórshavnar kommuna hevur keypt bygningin í Húsagøtu, men skal selja hann víðari til danska Bygningsstyrelsen at nýta til politistøð.

SÍ EISINI Bankabygningurin fongdur við soppi

Støðulýsingin um blámusopp kom ikki óvart á partarnar, tí allar upplýsingar vóru partur av málinum, áðrenn skrivað varð undir avtaluna, sigur Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, við blaðið

- Hesin trupulleikin hevur ongan týdning, sigur Martin Gravesen, varafúti, við Dimmalætting.

Nógv skal gerast við bygningin, áðrenn flutt verður í hann, og tað gongur ið hvussu er eitt ár frá tí, at bygningurin er yvirtikin, til hann kann takast í nýtslu, sigur hann.

Ein hædd byggjast oman á bygningin

Ætlanin er eisini at byggja eina hædd aftrat. Kommunan rindaði BankNordik fyri bygningin í januar, sigur Bjørgfríð Ludvig við Dimmalætting,

Nú verður bíðað eftir, at fíggjarnevndin í Fólkatinginum skal góðkenna handilin millum Tórshavnar kommunu og Bygningsstyrelsen.

Einki verður alment sagt um, hvat søluprísurin verður. Men kommunan hevur sagt, at hon vil hava tað, sum hon keypti bygningin fyri, tað eru millum 40 og 42 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329