Danskir bankar hjálpa kundum við skattaskjóli

Danskir bankar hjálpa kundum við skattaskjóli
Fleiri danskir bankar hjálpa viðskiftafólkum sínum til at stovna feløg, sum hava til endamáls at sleppa undan skatti
Millum donsku bankarnar, ið hjálpa viðskiftafólkunum at sleppa undan skatti, eru Jyske Bank og Nordea, sum er næststørsti banki í Danmark
 
04.04.2016 - 08:24

Millum donsku bankarnar, ið hjálpa viðskiftafólkunum at sleppa undan skatti, eru Jyske Bank og Nordea, sum er næststørsti banki í Danmark.

11,5 millónir skjøl, sum 100 fjølmiðlar ymsa staðni í heiminum hava fingið hendur á, avdúka, at ein fyritøka í Panama hjálpir múgvandi fólki at krógva stórar peningaligar ognir fyri skattamyndugleikunum.

Vil hava skattamyndugleikarnar upp í málið

Tað ber ikki til, sigur danski skattamálaráðharrin, Karsten Lauritzen. Hann vil hava skattamyndugleikarnar at kanna málið.

Eitt nú vísa skjølini, at Nordea í fleiri ár hevur hjálpt til at keypa og røkja strámannafeløg hjá miðamerikansku fyritøkuni Mossack Fonseca.

Dømi er um, at ein persónur hevur verið stjóri í 10.000 feløgum í senn, og í einum føri hevði ein persónur verið deyður í átta ár, men hann var framvegis stjóri í 30 feløgum, sum Nordea hevði samband við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327