- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg leggi ikki frá mær

Tá hann vaknaði í morgun var hann forsætisráðharri í Íslandi, Og tá hann vaknar í morginárini verður hann framvegis forsætisráðharri í Íslandi.
Í øllum førum um hann sjálvur sleppur at gera av. Sigmundur Davíð Gunnlaugsson hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær sum forsætisráðharri, skrivar visir.is
Fjølmiðlar hava annars róð framundir, at hann fór at leggja frá sær, eftir at tað er avdúkað, at hann hevur fjalt nógvan pening fyri skattamyndugleikunum.
Rýmdi frá sjónvarpssamrøðu
Svenska sjónvarpið, SVT, spurdi í eini samrøðu íslendska forsætisráðharran um hansara samband við eitt felag, sum eitur Wintris.
Spurningurin fall ikki í góða jørð hjá íslandska forsætisráðharranum, sum miðskeiðis í samrøðuni takkaði fyri seg, tí hann var ikki tilreiðar at svara spurninginum.
Túsundtals íslendingar hava longu skrivað undir eitt mótmæli, at íslendski forsætisráðharrin átti at lagt frá sær. Klokkan 18 í kvøld er eisini boðað frá mótmælisgongu í Reykjavík.
























