Fíggjareftirlitið upp í mál um skattasvik

Fíggjareftirlitið upp í mál um skattasvik
Danska Fíggjareftirlitið fer nú at gera kanningar í umfatandi málinum um skattasvik í sonevnda panamamálinum
Danska Fíggjareftirlitið fer nú at gera kanningar í sonevnda panamamálinum saman við samstarvsfeløgum í Noregi og Svøríki
 
08.04.2016 - 14:57

Tað sigur stjórin í danska Fíggjareftirlitinum, Jesper Berg, sambært finans.dk, ið endurgevur heimasíðuna hjá danska FinansWatch.

- Vit hava avgjørt at fara upp í málið í framhaldi av boðunum, vit sendu út mánadagin, sigur Jesper Berg, stjóri í danska Fíggjareftirlitinum.

Samstarva við Noreg og Svøríki

Tað er ikki bara í Danmark, at Fíggjareftirlitið hevur gjørt av at gera kanningar í sonevnda panamamálinum, sum er komið undan kavi seinastu dagarnar.

Samstarvsfelagar í Noregi og Svøríki siga, at teir vilja samstarva við danir fyri at finna fram til fólk, ið hava svikað og fjalt pening fyri skattamyndugleikunum.

Tað var sunnudagin, at fjølmiðlar avdúkaðu, at ein advokatfyritøka í Miðamerika hevur hjálpt múgvandi fólki at fjala pening fyri skattamyndugleikunum um allan heimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Nýggjastu sendingar í SV