Viðgera nú kæruna um tunnilsveg

Viðgera nú kæruna um tunnilsveg
Seinnapartin fer Kærunevndin í lendismálum at viðgera kæruna um vegin til Eysturoyartunnilin beint oman fyri Hvítanes
Kærunevndin í lendismálum fer nú at at viðgera kæruna um vegin til Eysturoyartunnilin á Hvítanesi
 
13.04.2016 - 13:33

Nevndin skal í fyrsta umfari avgera, um hon hevur heimild at viðgera kærunu, og um tann, sum kærdi, hevur kærurætt, hevur rættarligan áhuga í málinum.

Verður niðurstøðan tann, at nevndin skal viðgera kæruna, verður kæran send til hoyringar hjá tí kærda.

SÍ EISINI Tunnilin brot á byggisamtyktina

Zakarias Wang, sum hevur verið formaður í ráðgevandi nevndini hjá Tórshavnar býráði fyri Hoyvík og Hvítanes, segði fyri góðum tveimum vikum síðani, at hann ætlaði at kæra.

Hann fór at kæra, at partafelagið, sum skal gera Eysturoyartunnilin, er farið undir at gera vegin til tunnilsmunnan í Streymoynni beint oman fyri Hvítanes. Zakarias Wang sigur, at hetta er brot á byggisamtyktina fyri Hvítanes.

Kærunevndin kann avgera, at kæran hevur steðgandi virknað, tað er, at vegargerðin skal steðga, til kæran er avgreidd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974