Russiskt skip misti mann

Russiskt skip misti mann
Hóast tyrla og skip leitaðu so leingi, tað var ljóst, eydnaðist ikki at finna mannin, sum russiska skipið Lazurnyy misti seinnapartin í gjár
Ein maður fór fyri borð á einum russiskum skipi seinnapartin mánadagin (frámerkið á kortinum). Hóast tyrla og skip leitaðu eydnaðist ikki at finna mannin
Mynd: Kort: Open Street Map  
 
19.04.2016 - 07:59

Klokkan hálvgum seks seinnapartin fekk Sjóbjargingarstøðin boð frá Norðborg um, at russiska skipið hevði mist ein mann. Lazurnyy var staddur suðuri móti føroyska markinum.

Sjóbjargingarstøðin, MRCC, fekk samband við russiska skipið og fekk at vita haðani, at ein maður var horvin. Hann var ikki at finna umborð.

Greinin heldur fram niðanfyri


Vís størri kort

Frámerkið á kortinum vísir, hvar russiska skipið misti mannin

Norðborg, Ísleifur, Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg og Lazurnyy leitaðu. Tyrlan kom á staðið beint fyri klokkan sjey, og Norðborg samskipaði leitingina.

Líkindini at leita vóru vánalig, okkurt um 20 m/s, og aldan var góðar sjey metrar høg, men sýnið var toluligt. Leitað varð til ikki bar til at leita longur fyri myrkri. Men leitingin gav ikki úrslit, upplýsir MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070