Uppskot um at samkynd kunnu giftast samtykt

Uppskot um at samkynd kunnu giftast samtykt
Uppskot til rikislógartilmæli um at broyta hjúnabandslógina samtykt til 2. viðgerð
 
27.04.2016 - 01:10

Klokkan var farin av midnátt, tá tingið atkvøddi um lógaruppskotið hjá Kristionnu W Poulsen (J), Honnu Jensen (F), Bjørt Samuelsen (T) og Sonju Jógvansdóttir, uttanflokka, at broyta hjúnarbandslógina, so tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga.

 

Heðin Mortensen legði fyrr um dagin fram broytingaruppskot um at leggja málið fyri fólkaatkvøðu, men tá leið út á midnátt bað hann formannin um at niðurleggja tingfundin. Eftir ein longri steðg boðaði Heðin Mortensen frá, at hann tók uppskotið um fólkaatkvøðu aftur. 

 

Tingið atkvøddi kortini um uppskotið, tí Bill Justinussen legði tað fram aftur, men tað fall.

 

Síðani varð atkvøtt um broytingaruppskotið at strika grein 14 stk 2 í hjúnarbandslógini, sum gevur borgarliga giftum rætt til vælsignilsi í kirkjuni. Uppskotið var samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti

Uppskotið til ríkislógartilmæli um at broyta hjúnarbandslógina, so tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga, varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

 

Málið skal til 3. viðgerð, áðrenn tað er endaliga avgreitt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. september
RagnarRokk 26.september 2024
180496
Hósdag 26. september
RagnarRokk: Andy Scott um Full Circle
180745
Hósdag 26. september
Brot úr Føroya søgu
181226
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171
Týsdag 24. september
Veðrið
181163
Týsdag 24. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181121