Fleiri børn við lítlum skallum fødd

Fleiri børn við lítlum skallum fødd
Fýra nýføðingar eru føddir við óvanliga smáum skøllum eftir at mammurnar vórðu smittaðar við zika-virus, upplýsa myndugleikarnir í Panama
Fýra nýføðingar við óvanliga smáum skallum eru føddir, tí mamman var smittað við zika-virus. Á myndini fær eitt tríggjar mánaðir gamalt barn í Recife í Brasilia viðgerð
Mynd: AP  
 
05.05.2016 - 14:26

Fýra nýføðingar í Panama eru føddir við óvanliga smáum skøllum, teir hava fingið saðfest mikrokefali, eftir at mammurnar eru smittaðir við zika, meðan tær vóru við barn.

Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir í Panama, sambært Ritzau og Reuters. Til samans eru 264 skrásettir tilburðir av zika-virus staðfestir í Panama. 14 av teimum kvinnur, ið eru við barn.

Ikki allir nýføðingarnir, ið eru føddir við álvarsligu sjúkuni mikrokefali, hava smærri skallar og eru í vanda fyri at fáa heilaskaða.

Hava leingi óttast fleiri tilburðir

Heilsumyndugleikarnir í Panama hava leingi óttast fleiri tulburðir, eftir at zika-virus hevur spjatt seg skjótt í Brasilia og restina av Latínamerika.

Í Brasilia hava myndugleikarnir skrásett 1200 tilburðir. Zika-virus spjaðist fyrst og fremst við moyggjabitaslagnum aedes, sum er vanligt í stórum pørtum av heiminum.

Tey, ið eru smittað við zika-virusi, kunnu fáa fepur, reyð eygu og høvuðpínu, men umleið 80 prosent hava eingi sjúkueyðkenni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366