Lendi til flogvøllin: Munurin er 20 mió. kr.

Lendi til flogvøllin: Munurin er 20 mió. kr.
Eystari landsrættur skal nú taka støðu til, um lendið, sum varð ognartikið til flogvøllin, skal roknast í gyllin ella í fermetrum
 
20.05.2016 - 13:20

Gjógvin millum Vinnumálaráðið og hagan við flogvøllin er góðar 20 milliónir krónur.

Verður niðurstøðan í landsrættinum fermetrar, er prisurin eftir at taka støðu til, 27 krónur ella 71 krónur: 

Krøvini hjá báðum pørtum vera tey somu sum í Føroya rætti, tá Vinnumálaráðið og hagaparturin Ytri Suttringur í Sørvági hittast í Eystara landsrætti tann 7.juni.

Vinnumálaráðið skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, og hagaparturin mótappelleraði.

Stríðið er um lendið, sum í 2009 varð ognartikið til flogvøllin.

10,6 mió. kr.

Í dómi tann 31.mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin Ytri Suttring, eiga at fáa 10,6 mió. kr. í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum. Við rentum og øðrum eiga hagaeigararnir 12,3 mió. kr.  

Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin.

At byrja við var kravið um endurgjald dupult so stórt. Men Vinnumálaráðið vildi bara lata góðar 340.000 kr.

Vinnumálaráðið heldur uppá, at gerast skal upp í gyllin og ikki í fermetrum.

Fult viðhald

Hagaparturin fekk fult viðhald, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin. Og hann fekk 27 krónur fyri fermeturin av ognartikna lendinum. Metingarmenn, sum rætturin tilnevndi, komu við tí talinum. 

Yvirmetingarnevndin segði 71 krónur fyri fermeturin, tí talan er um jørð millum tvær stórar bygdir. Og ta metingina brúkti hagaparturin, tá hann stevndi. 

Upprunaliga kravið var 23 mió. kr., men tað varð lækkað niður í 20,6 milliónir, tá málið varð viðgjørt í Føroya rætti.

Og Vinnumálaráðið heldur ikki, at hagaparturin eigur nakað endurgjald fyri grótið, millum annað tí hagin eigur framvegis lendið, har sum grótið varð tikið.   

Hóast Vinnumálaráðið er mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P/f Vága Floghavn rinda Vinnumálaráðnum tað, sum endaligi dómurin sigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318