Sigfríður Clementsen venjari hjá TB

Sigfríður Clementsen venjari hjá TB
Sigfríður Clementsen og TB hava undirskrivað sáttmála í dag
 
06.06.2016 - 12:08

Tað verður Sigfríður Clementsen, ið skal standa á odda fyri TB restina av kappingarárinum.

Sáttmálið, sum er galdandi fyri tað sum er eftir av hesum kappingarárinum, bleiv undirskrivaður í dag.

TB hevur leitað eftir nýggjum venjara, eftir at hollendarin, Robert Roelofsen, segði seg úr starvi.

TB skal yvirliva

Sigfríður Clementsen sigur við kringvarpið, at soleiðis sum tað sær út á stigatalvuni, er uppgávan hjá honum fyrst og fremst, at TB varðveitir plássið í deildini.

- Hetta er ein spennandi avbjóðing, og eg vænti at botnstríðið verður ikki avgjørt fyrr enn móti endanum av árinum. Men vit hava ein góðan møguleika at yvirliva, sigur Sigfríður Clementsen.

TB hevur mist nakað av fólki, og Sigfríður Clementsen sigur, at hann kundi hugsað sær, at felagið fekk styrk, men tað er upp til nevndina at taka sær av tí.

-Eg venji teir, sum eg havi tøkar, sigur Sigfríður Clementsen

TB liggur í løtuni á áttanda plássi í Effodeildini við tíggju stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri AB, sum er beint undir niðurflytingarstrikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846