- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin liðugur við viðgerðina
Eystari landsrættur hevur tikið upp til dóms sakarmálið millum Vinnumálaráðið og hagapartin Ytra Suttring í Sørvági um lendið, sum varð ognartikið í 2009, tá flogvøllurin varð longdur.
Landsrætturin, sum er í Føroyum í hesum døgum, viðgjørdi málið í gjár og fyrradagin. Landsrætturin boðaði frá, tá viðgerðin var liðug í gjár, at hann fer at royna at hava dómin kláran hósdagin í næstu viku.
SÍ EISINI Mál um hagapartar í Landsrættin
Eystari landsrættur skal taka støðu til millum annað, um lendið, sum varð ognartikið til flogvøllin, skal roknast í gyllin ella í fermetrum. Verður niðurstøðan fermetrar, er eftir at taka støðu til prisin.
Vinnumálaráðið sigur 27 krónur fyri fermeturin, hagaparturin krevur 71 krónur. Vinnumálaráðið skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, og hagaparturin mótappelleraði.
Krevja 20,6 milliónir krónur
Í dómi tann 31.mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin Ytri Suttring, eiga at fáa 10,6 mió. kr. í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum.
Kravið er 20,6 mió. kr. Við rentum og øðrum eiga hagaeigararnir 12,3 mió. kr., sambært dóminum hjá Føroya rætti 31.mars í 2014.
Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin. Hagaparturin fekk fult viðhald, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin.
Minni grót enn mett
Vinnumálaráðið heldur ikki, at hagaparturin eigur nakað endurgjald fyri grótið, millum annað tí hagin eigur framvegis lendið, har sum grótið varð tikið, og tað lendið er meira vert nú.
Metingarmenninir eru, síðani dómurin fall í Føroya rætti, komnir til, at talan var ikki um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti, men 815.000 rúmmetrar. Við rúmmetraprísinum 5,80 kr. verður sambært tí talan um 1,7 mió. kr. minni.
Hóast Vinnumálaráðið er mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P/f Vága Floghavn rinda Vinnumálaráðnum tað, sum endaligi dómurin sigur, um hagin vinnur.