Her er skráin fyri drotningavitjanina í Suðuroy

Her er skráin fyri drotningavitjanina í Suðuroy
Almenna vitjanin hjá Margrethu drotning í Føroyum byrjaði í morgun, tá Dannebrog legði at á Drelnesi. Her er øll skráin fyri vitjanina í Suðuroynni
 
13.06.2016 - 09:44

Drelnes

Búni: Tænastuklæði

Klokkan 9:00: Danska verjuskipið Triton og føroyska verjuskipið Brimil eru við í kongaliga fylginum undir leiðslu av skipsovastanum, áðrenn komið verður inn á Drelnes á Tvøroyri. Triton ger kongsheilsan við 27 skotum. Føroyskir róðrarbátar og M/S Thorshavn fylgja kongaskipinum Dannebrog, tá ið skipið kemur inn á Drelnes.

Klokkan 9:15: Kongaskipið Dannebrog leggur at á Drelnesi við mentanarhúsið SALT.

Móttøka á Drelnesi

Klokkan 9:30: H. H. Drotningin gongur í land. Hesi taka ímóti á bryggjuni við SALT:

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og frú Katrin D. Apol

Dan M. Knudsen, ríkisumboð

Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri

Vælkoma og navnakenning

Løgmaður heldur stutta vælkomurøðu og rópar 9 ferðir hurrá fyri H. H. Drotningini. Haldis Michelsen handar drotningini blómutyssi. Síðan spælir Tvøroyrar hornorkestur undir leiðslu av Tróndi Enni Kong Christian og Tú alfagra land mítt.

Klokkan 9:45: H. H. Drotningin, løgmaður og frú, ríkisumboðið, borgarstjórin og frú, løgmansstjórin umframt restin av fylginum spáka yvir til mentanarhúsið SALT, sum verður bygt. Ólavur Rasmussen, stjóri, tekur ímóti við dyrnar og greiðir frá um húsið. Kórið Ljómur framførir tvey løg, tá komið verður inn í húsið. Gingið verður uppá til komandi matstovuna, har Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur, greiðir stutt frá um tara. Leif Sørensen, kokkur, bjóðar brellbitar.

Skúladepilin í Hovi

Klokkan 10:20: Koyrt verður frá SALT til Hovs.

Klokkan 10:30: Komið verður til skúladepilin í Hovi. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tekur ímóti. Saman við henni standa Ole V. Laursen, rektari, og Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúlanum. Landsstýriskvinnan vísir skúlan fram. Í kantinuni heldur landsstýriskvinnan stutta røðu, og tað verður bjóðað brellbitar. Næmingar spæla bakgrundstónleik.

Klokkan 11:10: Koyrt verður úr Hovi til Hvalbiar.

Hvalba

Klokkan 11:30: Komið verður til Sambýlið á Óðalsbrekku í Hvalba. Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, og frú Jean Fríolvsdóttir taka ímóti H. H. Drotningini. Óðin Jákupsson handar H. H. Drotningini blómutyssi. Barbara Julsgart, leiðari, Bjarndis Mortensen, starvsfólk, og Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna, greiða frá. Drotningin heilsar upp á búfólkini.

Klokkan 11:50: Koyrt verður frá Sambýlinum til Roynhøllina.

Klokkan 11:55: Komið verður í Roynhøll. Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, navnkennir bygdaráðið í hesi raðfylgju:

Rúni Thomsen, varaborgarstjóri

Magni Bertholdsen

Martin í Nesi

Johan Eli Lyngvei Poulsen

Niels Jacob Thomsen

Eyðfinn Debes

Róin Schrøter vísir fram eina eftirgerð av hellinum í Lítlu Dímun og Eyðbjartur Skaalum visir fram eina framsýning av kolanáminum í Hvalba. Borgarstjórin handar gávu.

Klokkan 12:15: Borgarstjórin er vertur við miðmála.

Klokkan 13:00: Koyrt verður úr Roynhøll til Sandvíkar.

Klokkan 13:10: Komið verður til Sandvíkar, og farið verður inn á gólvið í elsta húsinum í Suðuroy. Vónbjørt á Hólum og Rannveig Hovgaard taka ímóti H. H. Drotningini og siga søguna um húsið. Sagt verður farvæl við Trúgva Gudmundarson, borgarstjóra, og frú Jean Fríolvsdóttir.

Klokkan 13:25: Koyrt verður úr Sandvík til Tvøroyrar.

Tvøroyri

Klokkan 13:45: H.H. Drotningin kemur til Tvøroyrar. Tvøroyrar Hornorkestur undir leiðslu av Tróndi Enni spælir í túninum við Kgl. Einahandilin, tá bilafylgið kemur koyrandi. Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen taka ímóti í túninum við Kgl. Einahandilin. Borgarstjórin navnkennir býráðið í hesi raðfylgju:

Bjarni Hammer, varaborgarstjóri

Jens Johannesen

Marit Poulsdóttir

Anita Vibergsdóttir

Hallur í Heiðunum

Marjun Olsen

Klokkan 13:55: Borgarstjórin biður vælkomin og ber fram stutta røðu.

Klokkan 14:05: Barnakór undir leiðslu av Sólrun Luid syngur tveir sangir.

Klokkan 14:15: H. H. Drotningin spákar inn í Kgl. Einahandilin. Kári Jespersen, søgufrøðingur, greiðir frá um bygningarnar og frá tíðini á Tvøroyri sum heild fyri 180 árum síðan.

Klokkan 14:40: Spákað verður til Pakkhús 4, ið verður nýtt til ungdómshús. Pól Arni Holm, leiðari, greiðir frá virkseminum. Ungdómur er í húsinum.

Klokkan 14:55: Koyrt verður til P/f Varðin Pelagic.

Fiskavirkið Varðin Pelagic

Klokkan 15:00: Komið verður til Varðan Pelagic. Bogi Jacobsen, stjóri, tekur ímóti H. H. Drotningini og navnkennir leiðsluna. Bogi Jacobsen, stjóri, greiðir stutt frá um virksemið í matarhøllini, handar gávu og síðani verður virkið víst fram.

Til rundsýningina eru: H. H. Drotningin

Jytte Krag-Juel-Vind-Frijs, hovfrú

Henning Fode, hovskrivari

Michael Ehrenreich, hovmarskal

Kim Kristensen, siðameistari

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og frú Katrin D. Apol

Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen

Dan M. Knudsen, ríkisumboð

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri

Klokkan 15:40: H. H. Drotningin við fylgi spáka til M/S Thorshavn, sum liggur við bryggju undir bygninginum hjá P/f Varðin Pelagic. Vitjað verður umborð. Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður fyri grunnin, sum eigur skipið, tekur ímóti H. H. Drotningini. Sagt verður frá søguni hjá 75 ára gamla farinum.

Klokkan 15:55: H. H. Drotningin við fylgi spáka til kongaskipið Dannebrog, sum liggur við bryggju á Tvøroyri.

Klokkan 16:00: H. H. Drotningin við fylgi fara umborð á kongaskipið Dannebrog.

Klokkan 18:30: H. H. Drotningin við fylgi verða heintað við kongaskipið Dannebrog av løgmanni, Aksel V. Johannesen, frú Katrin D. Apol og ríkisumboðnum, Dan M. Knudsen. Koyrt verður til Seglloftið.

Veitsludøgurði

Búni: Tjóðbúni/myrk klæði/kjóli niðurum knæ

Klokkan 18:35: Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen eru vertir við døgurða á Seglloftinum. Borgarstjórin handar gávu.

Klokkan 21:00: H. H. Drotningin við fylgi koyra frá Seglloftinum til Dannebrog.

Klokkan 21:05: H. H. Drotningin við fylgi fara umborð á kongaskipið Dannebrog. Skipað verður fyri føroyskum dansi á bryggjuni við kongaskipið Dannebrog, sum siglir av Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851