Fólkavøksturin heldur fram

Fólkavøksturin heldur fram
Fólkatalið er vaksið við meir enn 1200 fólkum síðani 1. januar í 2014, 612 mans og 611 kvinnur búgva fleiri í landinum
 
15.06.2016 - 11:35

1. mai búðu 49.376 fólk í Føroyum. Størsta orsøkin til fólkavøksturin stavar frá, at fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin nakað.

Seinastu 30 árini hevur skeiva gongdin verið, at fólk í góðum árum eru flutt av landinum, og tí hava fleiri eldri verið.

Fleiri ungfólk flyta til Føroya

Har er ein broyting hend, og talið av ungum fólki er vaksandi, og fleiri ungfólk flyta nú til Føroya. Serliga stór er broytingin hjá kvinnum, skrivar Hagstovan.

Í aldursbólkinum 20 til 39 ár vóru 326 fleiri kvinnur í Føroyum enn við ársbyrjan í 2014, samstundis sum kvinnurnar yvir 40 ár, nú eru 286 fleiri.

Hjá monnum veksur eldra ættarliðið enn tað yngra, men munurin minkar, vísir uppgerðin. Í miðstaðarøkinum veksur fólkatalið, tað stendur í stað í Sandoynni og minkar nógv í Suðuroynni.

Størsti vøksturin í Havn

Tá talan er um kommunur, er størsti vøksturin í Tórshavnar kommunu, við 371 fólkum og í Runavík við 95 fólkum.

Í báðum kommununum í Vàgum er vøksturin 54 fólk, í Klaksvík 37 og í Sunda kommunu 32 fólk. Størsta minkingin er á Tvøroyri, har fólkatalið er minkað við 33 fólkum.

Í einstøku oyggjunum stendur fólkatalið sum heild í stað, men tað minkar nakað á útoyggjunum, uttan í Svíni, har vøksturin er ein triðingur. Í stóru oyggjunum minkar fólkatalið bara í Suðuroynni, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444