Økonomar: Niðurtúrurin kann byrja í morgin

Økonomar: Niðurtúrurin kann byrja í morgin
Búskapurin í øllum Evropa kann verða fyri einum bakkasti, siga bretar farvæl til ES á fólkaatkvøðuni í dag, halda búskaparfrøðingar
 
23.06.2016 - 15:24

- Tað er ógvuliga sannlíkt, at búskapurin í Evropa verður tálmaður, og tað kann føra við sær arbeiðsloysi og minni nýtslu, sigur Jacob Graven, leiðandi økonomur hjá Sydbank.

Tað verður ikki bara Bretlandi, at tað fer at merkjast, um meiriluti av bretska fólkinum í dag atkvøður »nei« á fólkaatkvøðuni til at verða verandi í ES-samstarvinum.

- Óttast verður, at nógvir íleggjarar síggja tað sum eitt byrjandi skalvalop, har alt ES-samstarvið molast sundur, sigur Jacob Graven, sambært finans.dk

Serliga ringt í Bretlandi

Búskaparfrøðingarnir, finans.dk hevur tosað við, eru samdir um, at tað fer at raka alt Evropa, atkvøða bretar »nei«. Bretland sjálvt verður kortini harðast rakt, fer landið úr ES-samstarvinum.

820.000 fleiri fólk í Bretlandi verða arbeiðsleys, húsaprísirnir fara at minka við einum fimtingi og búskapurin fer at líða, atkvøða bretar »nei« í dag, heldur fíggjarmálaráðið í Bretlandi, sambært finans.dk

Skuldi tað hent, at bretar fara úr ES, so hendir tað ikki við tað sama. Tað fer væntandi at taka tvey ár, og samráðingar um framtíðina skulu verða lidnar áðrenn Bretland fer úr samveldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923