- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta fer í søguna
- Tað er umráðandi, at vit í menningini standa fast við góðskuna, sum vit kenna í dag, sigur Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, við Ingeniøren.
Um fá ár verður lyklakortið, sum vit kenna frá NemID, ikki longur brúkt. Í staðin fyri skalt tú brúka fingramerki og fartelefonina til eitt nú netbankan.
Tað er greitt, eftir at Digitaliseringsstyrelsen og danska Fíggjarráðið seinnapartin hava skrivað undir eina 10 ára samstarvsavtalu um at menna skipanina.
Pappírskortið ótíðarhóskandi
- Vit skulu finna eina meira tíðarhóskandi loysn enn lyklakortið av pappíri. Til dømis við fingramerki og loynilyklum á fartelefonum hjá fólki.
Tað sigur Lars Frelle-Petersen hjá Digitaliseringsstyrelsen, ið skal tryggja menningina av NemID 2.0, ið skipanin verður nevnd, skrivar TV2.
NETS, ið rekur NemID, hevur sáttmála við danska statin um skipanina, fyribils til 2018. Føroysku peningastovnarnir brúka eisini NemID.