Stúra fyri arbeiðsplássum

Stúra fyri arbeiðsplássum
Borgarstjórin í Vági óttast, at arbeiðspláss í oynni fara at hvørva, nú Bakkafrost hevur keypt restina av partapeninginum í Faroe Farming
144 fólk í Suðuroynni eru í løtuni arbeiðsleys. Borgarstjórin í Vági óttast, at talið verður størri, nú Bakkafrost hevur keypt allan partapeningin í Faroe Farming
 
01.07.2016 - 14:51

Meðan Bakakfrost kann fegnast um, at felagið hevur keypt restina av partapeninginum í Faroe Farming, er støðan ein onnur hjá borgarstjóranum í Vági.

- Tað er trupult ikki at vera bangin um arbeiðsplássini her suðuri, tá man veit, at Bakkafrost byggir eitt risavirki í Runavík, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, við Dimmalætting.

Dennis Holm óttast, at arbeiðspláss í oynni verða avreidd norður um fjørð, nú Bakkafrost einsamalt eigur Faroe Farming, samstundis sum Bakkafrost byggir nýtt virki á Glyvrum.

Bakkafrost ikki tikið støðu

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, vil ikki siga, um borgarstjórin í Vági hevur grund til at óttast, at arbeiðspláss í Suðuroynni fara at hvørva.

- Tað hava vit ikki tikið støðu til. Vit halda bara, at har eru stórir møguleikar við at optimera raksturin, við tí sum tað inniber, sigur Regin Jacobsen, við Dimmalætting.

Faroe Farming er nú dótturfelag hjá Bakkafrosti. Á nýggjárinum verða Faroe Farming og Bakkafrost Farming løgd saman, treytað av góðkenning hjá myndugleikunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571