- Tíðindi, mentan og ítróttur
LUM: Setanin viðgerast av nýggjum
Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum staðfestir, at Stýrið fyri økistænastuna í Sandoyar Sýslu hevur í fleiri førum ikki hildið fyrisitingarlógina.
Fýra umsøkjarar vóru til starvið sum økisleiðari fyri heimatænastuna í Sandoyar Sýslu, ið varð sett í fjørheyst. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar søktu, tó uttan at fáa starvið.
Tann, sum fekk starvið, er útbúgvin heilsurøktari. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kærdi setanina, bæði tí best skikkaði umsøkjari eftir teirra tykki ikki hevði fingið starvið, og í øðrum lagi tí at tey, sum ikki fingu starvið, onga grundgeving fingu fyri tí.
Lemjandi atfinning móti setanartilgongdini
Niðurstøðan, sum er endurgivin á heimasíðuni hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í dag, er ein lemjandi atfinning móti allari setanartilgongdini. Umboðsmaðurin sigur, at stýrið fyri økistænastuna í fleiri førum ikki hevur hildið fyrisitingarlógina.
Einki skrivligt tilfar er um setanina ella um, hvørjar sakligar metingar førdu til, at ein onnur var sett sum leiðari. Umboðmaðurin vísir á, at almennir myndugleikar hava skyldu til at seta best skikkaða umsøkjara í starv.
Í øðrum lagi vísir umboðsmaðurin á, at ein myndugleiki hevur skyldu at skriva upp allar upplýsingar um veruligu umstøðurnar, ið hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Torført at eftirkanna
Umboðsmaðurin sigur, at av tí, at einki er skrivað upp um, hvussu starvsetanin er farin fram, og sjúkrarøktarfrøðingarnir onga grundgeving hava fingið, ber ikki til at eftirkanna, um best skikkaði umsøkjarin fekk leiðarastarvið.
Løgtingsins Umboðsmaður heldur hetta vera sera atfinningasamt og at grundleggjandi feilir eru gjørdir.
Tí heitir Umboðsmaðurin á stýrið fyri Økistænastuna í Sandoy at viðgera alla starvssetanina av nýggjum. Í stýrinum fyr Økistænastuna í Sandoy eru borgarstjórarnir í kommununum í oynni.
Heldur alt er farið rætt fram
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, er formaður í stýrinum. Hann hevur júst sæð niðurstøðuna og Stýrið hevur tí ikki havt møguleika at viðgera hana enn.
- Men mín persónliga meining er, at alt er farið fram eftir bókini. Tí verður tað ikki uttan víðari, at setanin verður viðgjørd av nýggjum, sigur Gerhard Lognberg.
Spurdur, um tey, sum ikki fingu starvið, hava fingið skrivligar grundgevingar fyri tí, svarar Gerhard Lognberg, at tey hava fingið alt tað, tey hava biðið um og rætt til.
Viðgerast á næsta fundi
Gerhard Lognberg fer tó at taka avgerðina hjá Umboðsmanninum upp á næsta fundi í Stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoynni.
Sambært lýsingini eftir leiðara til Økistænastuna í Sandoynni skuldi leiðarin standa á odda fyri øllum virkseminum bæði úti og inni.
Leiðarin skuldi hava fakligu, fíggjarligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina av Økistænastuni í Sandoyar Sýslu.Sambært lýsingini vóru tó eingi krøv um útbúgving.