- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira útgoldið úr Samhaldsfasta
Meira útgoldið úr Samhaldsfasta
Samhaldsfasti rindaði 178,3 milliónir krónur fyrra hálvárið, 45,7 milliónir meira enn í fjør enn til 1. juli í fjør

04.07.2016 - 10:36
Samstundis kostaði fólkapensjónin 6,4 milliónir krónur minni í ár. Samanumtikið fingu fólkapensjónistarnir 39,3 milliónir krónur meira í fyrra hálvári í ár enn í fjør.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningum frá Jónleifi Johannesen, løgtingsmanni, um Samhaldsfasta og fólkapensjónina.
Samgongan broytti fólkapensjónina á nýggjárinum, og í staðin fyri hækkaði útgjaldið úr Samhaldsfasta. Útgjaldið úr Samhaldsfasta er nú 3.910 krónur um mánaðin.
Fyrra hálvár í ár fingu fólkapensjónistar í Føroyum 5.400 krónur meira úr Samhaldsfasta enn í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























