Fingið undantaksloyvi til taðing

Fingið undantaksloyvi til taðing
Umhvørvisstovan hevur givið Landsverki undantak til at taða oman fyri 250 metra hædd. Gjáarvegurin skal breiðkast
Mynd: Loftmynd: Google Earth  
 
06.07.2016 - 15:26

Í sambandi við breiðkan av vegi, hevur Landsverk ætlan um at sáa í benið, og tí er søkt um undantaksloyvi at taða øki í Neytaskriðuni á Gjáarvegnum.

Umhvørvisstovan heldur, at tað hevur týdning, at sátt verður í øki, sum verða løgd ber í sambandi við vegagerð og annað fyri at forða fyri erosjón.

Kann kærast til 3. august

Í loyvinum er tó treyt sett um, at taðast skal bara á økinum, har svørðurin er grivin omanav. Avgerðin kann kærast til Innlendismálaráðið.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur týðandi persónligan týdning fyri, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni hjá stovninum.

Kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, ið skal hava kæruna í seinasta lagi um fýra vikur, mikudagin 3. august 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129