Varðhaldsfongslaður fyri afturlatnum hurðum

Varðhaldsfongslaður fyri afturlatnum hurðum
Ein 26 ára gamal maður var í dag til grundlógaravhoyring í sambandi við rúsevni, sum eftir ætlan skulu latast øðrum fólkum
 
06.07.2016 - 16:51

Ákærin mælti til, at avhoyringin fór fram fyri stongdum hurðum, tí hildið verður, at samsek í málinum enn ikki eru handtikin.

Um tað, sum ungi maðurin sigur í rættinum kemur út alment, kann tað ávirka kanningararbeiðið hjá løgregluni, heldur ákærin.

Samsek kunnu náa at beina burtur prógv, segði ákærin. Verjin hjá manninum hevði ongan viðmerking til tað, og dómarin játtaði hesum.

Rættarfundurin vardi í 23 minuttir. Ákærin segði eftir rættarfundin, at handtøkan av manninum er longd í tríggjar ferðir 24 tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329