Munandi færri umsóknir um friðskjól

Munandi færri umsóknir um friðskjól
Stongd landamørk ymsastaðni í Evropa og herdar reglur hava nú við sær, at færri søkja um friðskjól í Týsklandi
Færri fólk søkja um friðskjól í týsklandi enn áður. Stongd landamørk aðrastaðni í Evropa er ein av orsøkunum
 
10.07.2016 - 16:32

Myndugleikarnir í Týsklandi fáa munandi færri umsóknir um friðskjól í landinum enn áður, sambært tíðindastovuni, Reuters.

Fyrra hálvár fall talið á umsóknum um friðskjól í Týsklandi munandi. Tað vísa nýggjastu tøl frá innanríkisráðnum í landinum.

Týskland hevur hert reglurnar fyri at loyva fólki inn í landið, og samstundis hevur ES eisini hert reglurnar fyri at steðga flóttafólkstreyminum í Evropa.

Talið var hálvafimtu ferð størri

Í januar søktu 92.000 fólk um friðskjól í Týsklandi. Til samanbering søktu bara 16.000 fólk um friðskjól í Týsklandi í juni sambært myndugleikunum.

Flóttafólk og migrantar, ið koma til Týsklands, verða í fyrsta umfari skrásett á móttøkustøðum, har tey skulu bíða í fleiri mánaðir áðrenn tey kunnu søkja um friðskjól.

Í 2015 tók Týskland ímóti meira enn einari millión migrantum. Meginparturin av fólkunum flýggjaðu undan kreppuraktum økjum í Sýria, Irak og Afghanistan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550