Árliga súkklukappingin avlýst

Árliga súkklukappingin avlýst
Afturvendandi súkklukappingin, sum síðstu árini hevur verið nevnd "Volvo kring Føroyar", er avlýst. Undirtøkan er ov lítil
Undirtøkan fyri Volvo kring Føroyar-súkklukappingini er í ár so lítil, at fyriskipararnir avlýsa kappingina í summar
 
12.07.2016 - 08:03

Orsøkin er ov lítil undirtøka, upplýsir Tórshavnar Súkklufelag á heimasíðuni. Sambært felagnum hevur helst sterkast føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, sum eisini var favorittur at vinna kappingina í ár, givið avboð.

Hann skal í næstum vera við í Post Cup Nord í Danmark. Í tíðindaskrivi sigur Tórshavnar Súkklufelag seg skilja avgerðina hjá Torkili Veyhe.

Avboðið hjá Torkili Veyhe er í sær sjálvum ikki orsøk til, at øll kappingini her heima er avlýst. Orsøkin er heldur tann, at undirtøkan samanumtikið er ov lítil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044