Laksaprísurin í Noregi hækkar

Laksaprísurin í Noregi hækkar
Prísurin á feskum aldum norskum laksi setti aftur met í síðstu viku, tá prísurin kom upp í næstan 71 norskar krónur fyri kilo
Prísurin fyri alilaks í Noregi setti aftur í síðstu viku met, tá prísurin fyri laksin nærkaðist 71 krónum fyri kilo
 
13.07.2016 - 16:19

So høgur hevur prísurin ikki verið í nógv ár. Talan var um eina hækking upp á meir enn níggju prosent. Nøgdin av laksi minkaði góð fimm prosent niður í stívliga 11.000 tons.

Sølan av frystum laksi gongur ikki líka so væl, men prísurin á frysta laksinum var góðar 62 krónur fyri kilo. So høgur hevur prísurin á laksi ikki verið síðan seinast í 1980-unum.

Økti prísurin hevur havt við sær, at fleiri keyparar í Týsklandi, Italia og Baltalondum eru givnir at keypa norskan laks, tí prísurin er ov høgur.

Orsøkin til høga prísin er, at útboðið er minni enn eftirspurningurin. Orsøkin er laksalús í norsku alivinnuni og sjúka í alivinnuni í Chile.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193241
Fríggjadag 13. juni
RagnarRokk: Scott Carstairs um Xenotaph
193187
Fríggjadag 13. juni
Morgunlestur fríggjadagur 13.juni 2025
192953
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979