Stúra fyri at ILA er í hesum aliringunum

Stúra fyri at ILA er í hesum aliringunum
Illgruni er um, at fiskurin í aliringunum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi Norður er fongdur við ILA-virusinum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur illgruna um, at ILA-virus er í hesum aliringunum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi. Fleiri kanningar skulu nú gerast
Mynd: Savnsmynd/Bakkafrost  
 
14.07.2016 - 19:04

Tað var í samband við regluligt eftirlit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á aliøkinum í Hvannasundi, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk illgruna um sjúkuelvandi virusið

Illgrunin kemur eftir, at kanningarúrslit í einum aliringi geva ábendingar um, at HPR-del ILA virus er í fiskinum, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi í kvøld.

Fyrireika seg at fremja tiltøk

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer teir næstu dagarnar at gera nærri kanningar á aliøkinum A-73 í Hvannasundi. Tey úrslitini verða klár um nakrar dagar.

Í aliøkinum Hvannasund Norður eru 1,2 milliónir fiskar, sum hava eina miðalvekt uppá 0,54 kilo. Øll nøgdin er umleið 665.

Bakkafrost sendir nýggja fráboðan út tá endaligu úrslitini eru klár, og niðurstøða verður gjørd um, hvussu farast skal fram, sigur fyritøkan í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423