Afturlatna sølan gav 2,7 milliónir

Afturlatna sølan gav 2,7 milliónir
Prísurin var 4,50 krónur fyri kilo, tá Vørn á middegi seldi 600 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum á uppboðssølu
 
18.07.2016 - 14:01

Sølan gav tí 2,7 milliónir krónur í landskassan. Sjey bjóðaðu uppá fiskin, og fýra sluppu upp í part. Talan er um sonevnda afturlatna uppboðssølu, sum Vørn skipar fyri vegna Fiskimálaráðið.

Í síðstu viku vórðu 5.500 tons av uppsjóvarfiski, makreli og norðhavssild, og 1.800 tons av toski í Barentshavinum seld á trimum uppboðssølum.

Uppboðssølan í síðstu viku gav landskassanum góðar 25 milliónir krónur í inntøku. Í dag komu so 2,7 milliónir krónur afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423