Tilboðini vóru ov høg

Tilboðini vóru ov høg
Arbeiðið verður boðið út aftur í heyst at byggja Skúlan á Fløtum
 
23.07.2016 - 14:10

Tilboðini vóru ov høg, og tí hevur Tórshavnar kommuna nú strikað útboðið av arbeiðinum at byggja Skúlan á Fløtum.

Arbeiðið verður boðið út aftur í heyst.

Í mai vórðu trý byggifeløg og samtøk undangóðkend til at bjóða upp á arbeiðið at byggja Skúlan á Fløtum.

29.juni vórðu tilboðini latin upp.

P/F Articon og Sp/f Búsetur bjóðaðu slakar 294 mió. kr, SP/F TG Verk segði seg kunna byggja fyri slakar 276 mió. kr. og P/f MT  Højgaard Føroyar bjóðaði 273 mió. kr. 

Men kostnaðarmetingin hjá kommununi sigur 247,864 milliónir krónur, góðar 25 milliónir lægri enn lægsta boð.

Bygginevndin fyri skúlan hevur staðfest tilráðingina frá teknisku fyrisitingini hjá kommununi um at strika útboðið, tí samanumtikið ikki er ikki nóg gott grundarlag fyri at halda fram at samráðast við felagið, sum hevur lægsta boðið.

Byggingin verður boðin út aftur í heyst. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109