Danir flaggaðu fyri Føroyum við ókendum flaggi

Danir flaggaðu fyri Føroyum við ókendum flaggi
Krossurin er bláur í flagginum, sum eisini í Havnini varð vundið á stong fyri Føroyum
Í "nýggja" flagginum er tað bláa reytt og tað reyða blátt. Hetta er merkið.
 
29.07.2016 - 15:11

Bæði Sorinskrivarin í Havn og Børsurin í Keypmannahavn hava flaggað við skeivum flaggi í dag, nú danir fyri fyrstu ferð flagga á føroyska tjóðardegnum, ólavsøkudag. 

Flaggið var ikki merkið, tó krossurin var bláur við reyðum uttanum.

Í mars varð avgjørt, at Danmark eisini skal flagga á tjóðardøgunum hjá Føroyum og Grønlandi.

Tí eru almennir danskir bygningar í dag prýddir við merkinum.

Men ikki allir eru tað, tí summir hava fingið eitt heilt nýtt, higartil ókent, flagg frá seymistovuni, tá teir bíløgdu sær eitt føroyskt flagg.  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182