Passlógin verður dagførd

Passlógin verður dagførd
Fleiri broytingar eru gjørdar í Danmark, men tær eru ikki settar í gildi í Føroyum
 
02.08.2016 - 08:48

Nú skal bera til at søkja um pass um ein talgilda skipan, og umframt vanligt gjald fyri pass, skal serstakt gjald latast fyri at fáa talgild fingraprent í passið.

Landsstýrið ætlar at dagføra passlógina, og uppskotið verður lagt fyri tingið í heyst.

Í Danmark eru seks lógarbroytingar gjørdar í passlógini frá 1999 til 2013, men tær eru ikki settar í gildi í Føroyum. 

Landsstýrið sigur í ískoytispartinum til løgmansrøðuna, at pass er týdningarmikið skjal fyri at kunna vátta sín samleika, og tí eigur lógin at verða dagførd regluliga, so vit ikki koma í ta støðu, at spurningar verða settir við passið.

Ætlanin er eisini at dagføra gjaldið fyri pass til vaksin og pensjónistar, sum hava fylt 67 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155