Danir góðtaka ikki føroyskt váðaráð

Danir góðtaka ikki føroyskt váðaráð
Føroyska váðaráðið hevur einki at gera við peningastovnarnar, tí teir eru danskt málsøki, sigur danska Vaktrar- og vinnumálaráðið
 
03.08.2016 - 09:49

Uppskotið um at endurstovna Landsbanka Føroya og stovna Føroya váðaráð má broytast, tí tað samsvarar ikki við myndugleikabýtið millum Føroyar og Danmark. 

Tað segði danska Vinnu- og vakstrarmálaráðið í sínum hoyringarskrivi til føroyska Fíggjarmálaráðið. 

Danska ráðið mælir til at broyta uppskotið soleiðis, at Føroya váðaráð bara fær heimildir viðvíkjandi trygging, pensjónum og realkreditti, hetta eru málsøki, sum eru yvirtikin og føroyingar tí ráða yvir.

Men peningastovnarnir í Føroyum eru danskt málsøki. Og har hevur føroyska váðaráðið einki at gera. 

Danska váðaráðið varðar av peningastovnunum í Føroyum. Og danskir myndugleikar virka eisini fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum, sigur Vinnu og vakstrarmálaráðið í sínum hoyringarskrivi.  

Neyðugt við samráðingum

Vinnu- og vakstrarmálaráðið sigur tað vera neyðugt, at føroyingar og danir samráðast um, hvussu berast skal at, tá peningastovnar í Føroyum lata Føroya váðaráði upplýsingar.  

Fíggjarmálaráðið sigur, at í fyrstu syftu verða ávaringar og tilmæli frá føroyska váðaráðnum bara latin føroyskum myndugleikum.

Miðað verður eftir at fáa samstarv við danska fíggjareftirlitið um upplýsingar, sum kunnu stuðla undir arbeiðinum hjá Føroya váðaráði at eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum.

Systemiskur váði er, tá allur virðisbrævamarknaðurin kemur í vanda, og ikki bara eitt einstakt partabræv.  

Kann ávirka kappingarstøðuna

Vinnuhúsið og Felagið føroyskir peningastovnar stúra fyri, at Landsbankin kann ávirka kappingarstøðuna hjá peningastovnunum. 

Tí sambært lógaruppskotinum skal Landsbankin eisini kunna umsita ogn og skuld hjá kommunum og almennum grunnum.

Landsbankin fer ikki at kappast á fíggjarmarknaðinum um privatar kundar, svarar Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672