Aðalstjórin vil einki siga

Aðalstjórin vil einki siga
Eingin viðmerking yvirhøvur fæst frá leiðsluni í Heilsu- og innlendismálaráðnum um ætlanarskrivið um uppsøgn, sum deildarleiðarin hevur fingið
 
16.08.2016 - 12:10

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sagt, at hon vil ikki tosa alment um starvsfólkamál í ráðnum.

Og nú sigur Turið Arge, aðalstjóri, tað sama.

Hon viðger ikki innanhýsis starvsfólkaviðurskifti í fjølmiðlunum, sigur hon. Svarið hjá henni er "eingin viðmerking", sama, hvat spurt verður um í sambandi við málið. 

Mótmæla uppsøgnina

Tænastumannafelagið, har sum Anni á Hædd er limur, hevur saman við Anni á Hædd mótmælt avgerðini um at geva henni ætlanarskriv um uppsøgn.

Anni á Hædd fekk ætlanarskrivið mánadagin 18.juli á einum fundi, har sum advokaturin hjá Tænastumannafelagnum var við.

Anni á Hædd er í tí, sum eitur tænastumannalíknandi starv, men Tænastumannafelagið heldur uppá, at Anni á Hædd hevur somu sømdir sum tænastufólk hava, tað vil siga løn í trý ár og møguleika fyri tænastumannakanning, skal hon sigast upp.

Tænastumannafelagið hevur ikki enn frætt aftur frá Heilsu- og innlendismálaráðnum. 

Anni á Hædd er leiðari á deildini Náttúru- og orkumál, haðani Tórshavnar kommunu fekk loyvi at útbyggja havnina, uttan at landsstýriskvinnan hevði góðkent brævið, sum varð sent komununi tann 30.juni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329