Neyðugt við átøkum fyri at bøta um trygdina

Neyðugt við átøkum fyri at bøta um trygdina
Trygdin umborð á føroyskum fiskiskipum má bøtast, sigur landsstýrið. Arbeiðsvanlukkur á sjónum henda ov ofta staðfestir nýggj kanning
73 fiskimenn eru deyðir í vanlukku umborð á føroyskum fiskiskipum frá 1972 til 2014, steðfestir kanning, ið er løgd fram
 
22.08.2016 - 12:29

Neyðugt er við átøkum fyri at bøta um trygdina umborð á føroyskum fiskiskipum. Tað sigur landsstýrið, nú umfatandi kanning staðfestir, at arbeiðsvanlukkur henda fýra ferðir so ofta umborð á fiskiskipi sammett við arbeiðsmarknaðin annars, meðan deyðsvanlukkurnar eru 30-40 ferðir títtari enn á landi.

Fleiri hava kanska havt ta fatan, men nú er tað skjalprógvað: Dekkið á fiskiskipi er vandamiklasta arbeiðsplássið. Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur, hevur skrásett og greinað allar arbeiðsvanlukkur á fiskiskipi síðan 1972. Úrslitini vórðu løgd fram á Sjómannadøgunum.

Flestu vanlukkurnar á dekkinum

Hóast fiskimenn eru ein lutfalsliga lítil og minkandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum – fiskimenn eru seinastu 10 árini farnir úr 10 prosentum niður í fimm prosent av arbeiðsfjøldini – eru arbeiðsvanlukkurnar umborð á fiskiskipi nógv títtari enn í øðrum vinnum.

Ein triðingur av øllum arbeiðsvanlukkum henda á sjónum. 27 prosent av arbeiðsvanlukkunum henda umborð á fiskiskipum. Oftast á dekkinum, har fiskimenn verða raktir av onkrum leysum luti, veiri ella togi.

Nógvir skaðar henda eisini, tí fiskimaðurin dettur á mangan dandandi dekkinum, og triðtíttasta orsøkin er, at fiskimaðurin kleimist, fær sonevndar "kleimiskaðar."

Meira enn í grannalondunum

Lutfalsliga eru arbeiðsvanlukkurnar umborð á fiskiskipi fýra ferðir so títtar sum á arbeiðsmarknaðinum annars.

Deyðsvanlukkurnar eru eisini títtar umborð á fiskiskipi. Sambært hagtølunum doyr í meðal ein føroyskur fiskimaður um árið fyri hvørjar 1000 fiskimenn í vinnu.

Tað er meira enn í grannalondunum Danmark, Norra og Íslandi, har deyðsvanlukkurnar eru millum 0,5 og 0,8 um árið fyri hvørjar 1000 fiskimenn í vinnu.

73 fiskimenn doyðu frá 1972-2014

73 fiskimenn eru deyðir í vanlukku umborð á føroyskum fiskiskipum frá 1972 til 2014. Seinastu 20 árini, síðani 1994, eru 32 fiskimenn deyðir umborð.

2. apríl í 1998 doyðu fimm fiskimenn, tá trolbáturin Sjóborgin gekk burtur á Norðhavinum. Og 20. apríl í 2007 doyðu 11 fiskimenn umborð á Hercules, tá eldur kom í skipið, meðan tað var til fiskiskap í Kyrrahavinum.

Tað er størsta vanlukka umborð á fiskiskipi undir føroyskum flaggi í nýggjari tíð. Fleiri ár eru tó, har eingin er deyður í arbeiðsvanlukku umborð á føroyskum fiskiskipi.

Fyrsta kanningin av sínum slag

Samanumtikið eru deyðsvanlukkurnar umborð á fiskiskipi millum 30 og 40 ferðir títtari enn í øðrum vinnum á landi, staðfestir umfatandi kanningin hjá Annbjørg á Høvdanum.

Umfatandi kanningin av arbeiðsvanlukkum umborð á føroyskum fiskiskipum seinastu 42 árini varð løgd fram á ráðstevnu um trygd á sjónum, ið varð partur av Sjómannadøgunum.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt tílíkt yvirlit er gjørt. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, umboðaði landsstýrið á ráðstevnuni. Hann umsitir tilbúgvingina á sjónum.

Málið verður tikið upp í landsstýrinum

Á ráðstevnuni boðaði landsstýrismaðurin frá, at spurningurin um trygdina og arbeiðsumstøðurnar umborð á føroyskum fiskiskipum verða nú tikin upp í landsstýrinum og við teir myndugleikar, sum so ella so vara av trygdini.

Eisini manningarfeløgini og Reiðarafelagið verða boðsend á fund, upplýsti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á ráðstevnuni.

Kanningin hjá Annbjørg á Høvdanum staðfestir, at talið av vanlukkum umborð á føroyskum fiskiskipum er lækkað seinastu 20 árini. Men framvegis er dekkið á fiskiskipi nógv tað vandamesta arbeiðsplássið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044