Yvirlit: Jarðskjálvtar í Italia seinastu 100 árini

Yvirlit: Jarðskjálvtar í Italia seinastu 100 árini
Talið á deyðum eftir ein jarðskjálvta í Italia í nátt veksur støðugt. Her er eitt yvirlit yvir ringastu jarðskjálvtarnar í landinum síðani 1908
Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan í Miðitalia í nátt veksur støðugt. Her er yvirlit yvir teir herviligastu jarðskjálvtarnar í Italia síðani 1908
Mynd: AP  
 
24.08.2016 - 14:21

28. desember 1908
Meira enn 82.000 fólk doyðu tá ein jarðskjálvti, ið máldi 7,2, rakti næststørsta býin, Messina

13. januar 1915
32.600 fólk lótu lív tá ein jarðskjálvti, ið máldi 7,0, rakti Avezzano í Miðitalia

27. juli 1930
1.400 fólk lótu lív tá ein skjálvti rakti Irpinia í Suðuritalia. Jarðskjálvtin máldi 6,5 á richter-stiganum

6. mai 1976
976 fólk lótu lív og 70.000 vórðu heimleys tá ein jarðskjálvti, ið máldi 6,5, rakti Friuli í landnyrðingspartinum í Italia

23. november 1980
2.735 fólk doyðu og 7.500 onnur fingu skaða tá ein jarðskjálvti rakti eitt stórt øki í Naples. Skjálvtin máldi 6,5

13. desember 1990
13 fólk lótu lív og 200 fingu skaða tá ein skjálvti rakti Sisilia

26. september 1997
11 fólk lótu lív, og elvdu til skaða á søgulig støð, tá ein jarðskjálvti rakti Assisi

17. juli 2001
Ein jarðskjálvti rakar Norðuritalia, ein kvinna doyði. Skjálvtin varð máldur til 5,2 á richter-stiganum

31. oktober 2002
30 fólk lótu lív, meginparturin børn, tá ein jarðskjálvti, ið máldi 5,9, rakti San Giuliano di Puglia í Miðitalia

6. apríl 2009
Meira enn 300 doyðu tá ein harður jarðskjálvti rakti Abruzzo eystan fyri Rom

29. mai 2012
16 fólk lótu lív og 350 onnur fungu skaða tá ein skjálvti rakti Modena norðarlaga í Italia

24. august 2016
Ein ógvusligur jarðskjálvi rakar í Miðitalia. Enn er óvist, hvussu nógv lív skjálvtin hevur kravt

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216