Góðtaka ikki sektaruppskot

Góðtaka ikki sektaruppskot
Byggifelagið Búsetur vil ikki hava sitandi á sær, at tað hevði skyldina, tá ein maður fekk stóran skaða í einum arbeiðsóhappi í 2014
Búsetur vil ikki góðtaka sektaruppskotið, 20.000 krónur, fyri at bróta kunngerðina um arbeiðsumhvørvi í málinum um eitt arbeiðsóhapp 28. mars í 2014
 
29.08.2016 - 11:28

Búsetur vil tí ikki góðtaka sektaruppskotið hjá fútanum, sum er 20.000 krónur, fyri at bróta kunngerðina um arbeiðsumhvørvi. Tí verður rættarfundur um málið klokkan eitt í dag.

Óhappið hendi tann 28. mars í 2014. Ein 31 ára gamal timburmaður fekk stóran skaða, tá hann datt gjøgnum eitt hol í tekjuni á einum bygningi í Havn.

Fallið var sjey metrar niður á betonggólv. Maðurin fekk varandi mein av óhappinum. Arbeiðseftirlitið staðfesti, at eingin fallverja var við opið í takinum.

SÍ EISINI Álvarsligt arbeiðsóhapp í Havn

Heldur ikki var onnur verja brúkt, so sum trygdarselar ella pallur ella nót undir opinum. Arbeiðið var tí ikki nóg væl fyriskipað, segði Arbeiðseftirlitið.

Arbeiðseftirlitið segði eisini, at talan var um eitt óhapp, sum kann henda. Men vantandi fallverja, girðing, við opið var beinleiðis orsøkin til, at óhappið gjørdist so ógvisligt.

Arbeiðseftirlitið meldaði í juli 2014 Búsetur og mælti til, at Búsetur fekk 20.000 krónur í bót. Men Búsetur vil ikki gjalda, tí felagið noktar at hava brotið kunngerðina um arbeiðsumhvørvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018