Apple fær risa skattarokning

Apple fær risa skattarokning
Írland gav Apple so lagaligar skattasømdir, at felagið skal gjalda útivið 100 milliardir aftur í skatti, heldur ES-umboðskvinna
Apple skal gjalda eina skattarokning, sum er 97 milliardir krónur. Felagið hevur goldið ov lítið í skatti síðstu 25 árini, stendur í eini avgerð hjá ES
 
30.08.2016 - 12:07

Apple skal gjalda eina skattarokning, sum er 97 milliardir krónur. Felagið hevur goldið ov lítið í skatti síðani 1991, at tað er óheimilaður stuðul.

Tað stendur í eini avgerð hjá Margrethe Vestager, umboðskvinnu í kappingarmálum hjá ES, sum júst er kunngjørd tvey ár eftir at kanningarnar byrjaðu.

- Kanningarnar vísa, at Írland gav Apple ólógligar skattafyrimunir, og at fyritøkan tí hevur goldið ov lítið í skatti, sigur Margrethe Vestager sambært Politiken.

Góðtaka ikki avgerðina

Hvørgin parturin ætlar at góðtaka avgerðina hjá Margrethe Vestager. Bæði Apple og Írland ætla at kæra avgerðina til ES-dómstólin, ið er hægsti myndugleikin.

Tískil er líkt til, at avgerð ikki fellur í stóra skattatrætumálinum millum Apple og Írland fyrr enn um hálvtannað til tvey ár.

Apple er nú ein av ríkastu fyritøkunum í heiminum. Eginognin hjá felagnum er í løtuni 231,5 milliardir dollarar, svarandi til 1,54 billiónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938