TG-Verk riggar nú endaliga av

TG-Verk riggar nú endaliga av
Landsverk hevur biðið aðrar arbeiðstakarar yvirtaka arbeiðið, TG-Verk skuldi gera á Glasi, nýggja skúladeplinum í Marknagili
 
08.09.2016 - 14:33

- Vit mugu bara staðfesta, at TG-Verk ikki hevur megnað at hildið avtalurnar okkara millum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri, sambært heimasíðuni hjá Landsverki.

TG-Verk boðaði mikudagin Landsverki frá, at fyritøkan kortini ikki fer at gera arbeiðið við innilokan av bygninginum liðugt, skrivar Landsverk.

- Hetta er sjálvandi ein óheppin støða. Vit hava givið høvuðsarbeiðstakaranum allar møguleikar at gjøgnumføra sín part av byggingini, sigur Ewald Kjølbro.

Meira um málið í útvarpstíðindunum klokkan 15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981