Veljarakanning: Samgongan varðveitir meirilutan

Veljarakanning: Samgongan varðveitir meirilutan
Sambandsflokkurin fær ein tingsess afturat, og Nýtt Sjálvstýri missir ein, vísir veljarakanning hjá Portal.fo.
 
09.09.2016 - 12:38

Kanningin hjá Portal.fo vísir, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn varðveita sínar til samans 17 tingsessir.

Javnaðarflokkurin hevur størstu afturgongdini í kanningini, 0,9 prosentstig, og fer niður í 24,2 prosent, men varðveitir sínar átta tingsessir.

Tjóðveldi hevur lítla afturgongd, 0,2 prosentstig, og fær til samans 20,5 prosent. Tjóðveldi varðveitir sínar sjey tingsessir.

Framgongdin hjá Framsókn er 0,3 prosentstig og fer upp í 7,2 prosent. Framsókn varðveitir eisini báðar tingsessirnar.

Sambandsflokkurin hevur størstu framgongdina

Nýtt Sjálvstýri stendur til at missa annan tingsessin, meðan Sambandsflokkurin fær ein afturat. Sambandsflokkurin hevur eisini størstu framgongdina, 0,9 prosentstig.

Var val nú, hevði Sambandsflokkurin fingið 19,7 prosent av atkvøðunum sambært kanningini. Tað gevur flokkinum ein tingsess afturat, Sambandsflokkurin hevði fingið sjey tingsessir í alt.

Fólkaflokkurin stendur at kalla í stað. Afturgongdin er 0,1 prosentstig. Flokkurin hevði fingið 18,8 prosent, var val nú. Fólkaflokkurin varðveitir sínar seks tingsessir.

Miðflokkurin stendur eisini í stað. Afturgongdin er 0,1 prosent, 5,4 prosent í alt. Nýtt Sjálvstýri hevur framgongd, 0,2 prosentstig, men missir ein tingsess.

Flokkurin hevði fingið 4,3 prosent. 527 fólk vóru spurd í kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Týsdag 25. juni
EM tíðindi: 25. juni 2024
177229
Týsdag 25. juni
RagnarRokk á Copenhell 2024
177216
Týsdag 25. juni
Morgunlestur týsdagur 25. juni 2024
177127
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125
Leygardag 22. juni
Video: 10mf, Jóansøka 2024
177123