Føroyska uppboðsølan í íslendska valstríðnum

Føroyska uppboðsølan í íslendska valstríðnum
Íslendski tíðindamaðurin, Helgi Seljan, sigur, at føroyska uppboðsølan fyllir nógv í almenna rúminum, nú tað stundar til val í Íslandi.
 
10.09.2016 - 18:48

Føroyska royndaruppboðssølan er ikki bara eitt umstrídd mál í Føroyum. Royndaruppboðssølan er eisini blivin nógv umrødd í íslendsku miðlunum upp til Altingsvalið, sum verður tann 29. oktober.

Tað hevur eisini áður verið kjakast nógv um útlutan av kvotum, men eg haldi, at royndirnar við uppboðsølum í Føriyum hava ført til, at tað verður tosa og skriva meira um tað nú, sigur Helgi Selja, íslendskur tíðindamaður á RUV við útvarpið í dag.

Umrøðan av føroysku royndaruppboðssøluni byrjaði við einari samrøðu við Jørgen Niclasen í Morgunblaðnum 24. august. Síðani hava íslendskir fjølmiðlar eisini havt samrøður við búskaparfrøðingin Herman Oskarsson.

Og hetta viðuskifti eru fleiri føroyingar í íslandi og greiða frá royndaruppboðssøluni.

 

- Í løtuni er ein fundur í Norðurlandahúsinum, har nakrir av tykkara politisku leiðarum skulu tosa, teir eru bjóðaðir higar av sosialdemokratiska flokkinum og vinstraflokkinum. Eitt nú skal Høgni Hoydal luttaka, sigur Helgi Selja.

Í Íslandi eru fiskirættindini privatiserað. Men veljarakanningar í Íslandi hava í nógv ár víst á, at eitt meirluti av íslendarum ynskir eina aðra fiskivinnuskipan. 

 

Í íslendska kjakinum verður eisini tosað um at broyta fiskivinnuskipanina eftir tí leistinum, sum hevur verið royndur í Føroyum. Tað vil siga, at tað verður farið stigvíst móti einari alsamt meir marknaðargrundari skipan.

- Tey, sum eru fyri, tosa um at taka ein lítlan part av kvotunum og selja tær á uppboðsølu at byrja við og síðan taka eittsindur meira árið eftir, sigur Helgi Seljan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628